Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann 3-0 á Ternuni

Jóhann Lützen

Føroyameistararnir hava lagt hart út og vunnið báðar fyrstu dystirnar í ár. Í dag mátti Ternan á Toftum lúta

Tað var greiður munur á liðunum, tó at ungu Ternu leikararnir kempaðu væl. Hjá Mjølir var serliga Jóhan Arni Elisson Wang eyðsýndur á miðjuni. Royndirnar og kvaliteturin á Mjølnir liðinum gjørdu, at spenningur ongantíð veruliga kom í dystin. 

Tríggir leikarar hjá Mjølnir leiktu sínar fyrstu dystir í Føroya Tele deildini – Hans Elttør, Martin H. Poulsen og Pól Eydfinn Winther Poulsen. Teir komu allir væl frá uppgávuni. 

 

Ternan – Mjølnir (0-3): 15-25, 23-25 og 18-25

Harleyfacadeacryl