Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sløkkiliðsbilur útskiftur

Oliver Joensen

Í dag hittu vit Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari á Klaksvíkar Sløkkiliðsstøð saman við borgarstjóranum, Karl Johansen á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík.  Við hesum bilinum, hóast hann ikki er nýggjur, hava dagført okkara sløkkiliðsstøð og harvið okkara tilbúgving, upp á eitt hægri støði, sigur Karl Johansen. Afturat hesum, so er ein nýggjur “stigabilur” bílagdur til tilbúgvingina og hann kemur higar í summar. Tað tekur vanliga eitt ár at byggja ein slíkan, frá tí at hann er settur í ordra.

Finn Hansen,tilbúgvingarleiðari sigur, at teir hava fingið henda brúkta sløkkiliðsbilin fyri umleið eina hálva millión. Bilurin er høvuðsumvældur í 2017 og er útgjørdur við sera nógvum amboðum til tað arbeiðið, sum sløkkiliðið ger og sum tilbúgvingin í Norðoyggjum krevur.

Orsøkin til at hesin bleiv keyptur nú, var at gamli bilurin, sum bleiv keyptur fyri 12 árum síðani í samband við avtaluna um tilbúgvingina Norður um Fjall. Tann bilurin hevur nú tænt okkum væl, men er nú so slitin at vit valdu at seta hann.

Við hesum bilinum, hava vit tríggjar “sproytur” (brandbilar), eina við støð á Viðareiði og tvær í Klaksvík, sigur Finn Hansen tilbúgvingarleiðari at enda.

Harleywoodpaint