Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Áheitan um jólafrið

Heimafriður

Nú fáir dagar eru eftir til jóla, heitir Heimafriður á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.

Tíverri eru tað fleiri, sum stúra fyri jóladøgunum. Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk ikki hava fingið heimafrið á jólum.

Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi um høgtíðina. Felagið heitir aftur í ár staðiliga á at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.