Tá Jólaskipið hevur sýnt fýrverk á Vágni, fara sum kunnugt jólamenninir upp í sløkkiliðsbilar og koyra runt Klaksvík við pakkum til børnini.
MEN um so er, at sløkkiliðið fær boð um útrykning, so tendra sløkkiliðsbilarnir bilsirenurnar og rýma við tað sama. So verið varin um teir tendra sirenurnar, tí tá er boð eftir teimum aðrastaðni og sløkkiliðið má til arbeiðis.
Annars, gongur alt eftir ætlan, so koyra tríggir sløkkiliðsbilar ruturnar, sum lýstar eru omanfyri, so haldið tykkum til og fáið ein jólapakka frá jólamonnunum.
Starabúrið streamar og sendir beinleiðis frá Augtjarnarbussinum. Streamingin sæst á heimasíðuni hjá nordlysid.fo og Starabrúrið sendir frá FM 98,7.



