Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú snýr tað seg um at arbeiða frameftir

Jóhann Lützen

segði Sólvit E. Nolsøe m.a. í viðtalu við Norðlýsið í Tinganesi í dag, tá hann var innsettur sum nýggjur almannamálaráðharri. Hann skrivaði sjálvur tíðindaskrivið, sum boðaði frá nýggju landsstýrisfólkunum hjá Fólkaflokkinum. Starvsfólkatrot á eldraøkinum og bústaðartrot eru bert tvey økir, ið hann fer at hyggja uppá beinavegin

Í øllum vásinum í Tinganesi í dag fingu vit orðið á Sólvit E. Nolsøe. Hann sigur við Norðlýsið at tað eru fáir dagar síðan, at tað gekk upp fyri honum, at hansara navn varð nevnt í samband við ein eventuellan landsstýrissess fyri Fólkaflokkin.

Tað var ígjár, at tað var staðfest. Hetta er ein stór uppgáva. Almannamálaráðið fyllir ein sera stóran part av allari fíggjarlógini, men tó so, so skal málsøkið stýrast við fíggjarligum skynsemi, sigur Sólvit, ið er sera spentur til uppgávuna. 

Hann kemur úr starvi, sum skrivari hjá Fólkaflokkinum og tí var hansara seinast uppgáva at skriva júst tíðindaskrivið har Fólkaflokkurin hevði valt Árna Skaale og hann sjálvan til nýggjar landsstýrismenn. Tað var ein stuttlig seinasta uppgáva, sigur Sólvit brosandi. 

Spurdur um málsøki er hann á somu leið sum starvsbróður hansara í fiskimálaráðnum.

– Eg fái ikki sagt ítøkiliga hvat eg fari at gera, nú skal eg seta meg inn í tingini. Í morgin fari eg til eina kunning í Almannamálráðnum og so er at fara til arbeiðis. Undanfarna landsstýriskvinna hevur framt nógv, tað eru nógv heim í gerð og lógir eru samtyktar. Men tað eru tó átrokandi mál, eitt nú starvsfólkatrot á eldraøkinum og bústaðartrotið. Hetta ætli eg mær at hyggja uppá beinaegin, sigur Sólvit

Oftani verður sagt, at almannamálaráðharrar verða ikki valdir aftur. Hetta hugsar Sólvit ikki um. Hann ætlar sær at arbeiða miðvíst og fer at stilla upp til komandi val. Tað kann man ganga útfrá, sigur Sólvit. 

Sólvit harmast støðuna í Fólkaflokkinum fyri tíðina og at Brandur Sandoy hevur tikið seg úr flokkinum. 

– Brandur er ein dugnaligur politikari, tað er harmiligt at koma inn í landsstýrissessin uppá hendan mátan, men tað er týdningarmikið at vit nú hyggja frameftir og nú snýr tað seg um at arbeiða frameftir, sigur Sólvit við Norðlýsið at enda.