Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápabeiggi, abbabeiggi og langabbabeiggi okkara
Árni Petersen
úr Svínoy
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Røktarheiminum. Takk til Pól Johannessen og Regin Olsen fyri vøkur orð í kapellinum og í salinum úti í Svínoy, takk til Jógvan J. á Hædd og Óli á Geilini fyri urguspæl og sangarar og takk fyri alt hjálpsemi í sambandi við jarðarferðina og ervið.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og hjartans takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ella og Alvilda við familjum



