A. P. Møller-grunnurin, A. P. Møller Fonden, hevur gjørt av at lata eina millión krónur til Sjónám í Klaksvík. Sjónám er ein samanrenning av gamla Klaksvíkar Sjómansskúla og Tekniska Skúla í Klaksvík, og veitir í dag mong skeið til fiskimenn og aðrar sjómenn. Men higartil hevur tað verið so, at summi skeið mugu takast uttanlands.
Milliónin frá A. P. Møller-grunninum fer tí at fara til tey skeiðini, sum higartil bert hava verið veitt uttanlands, soleiðis at til ber at taka tey í Klaksvík í staðin. Talan er um tvey ymisk trygdarskeið, ið eru kravd í frálandsvinnuni, og sum skulu endurnýggjast fjórða hvørt ár.
Meira ítøkiligt er talan um skeið, ið eitt nú fólk á boripallum hava tørv á, ið hava við evakuering at gera, og skeið til fólk, ið sigla við frálandsskipum, ið skulu skifta yvir til tyrlu. Skeiðið gongur út uppá at evakuera fólk úr tyrlu, ið neyðlendir á sjónum. Sjónám hevur havt skeiðini áðrenn, fram til 2015, men so gjørdi eitt krav við undirveitarum, at Sjónám ikki longur kundi bjóða tey út. Hetta verður nú rættað upp aftur.
Av Sjónámi siga tey, at tey vænta og vóna, at skeiðini kunnu verða boðin út seinna hálvár í ár, 2022. Men tað er treytað av góðkenning, og samskiftið um tað er longu í gongd. Starvsfólk verða førleikament til endamálið, og skoðarar koma uttanífrá at góðkenna frálæruna.



