Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kavaskúli í besta veðri

skulatrod.fo

Í dag hava næmingarnir í fríkorterunum notið vakra kavaveðrið. Fleiri komu í skúla í kavadrakt, so væl bar til at skipa fyri ymiskum spølum.

 

2. flokkur slapp at vera eitt sindur longri úti, enn tey vanliga eru. Tað dámdu teimum væl. Tey vóru samd um, at kavin er serliga góður bein nú, tí hann er turrur. Sjálvt um hann er nakað harður, so ber væl til at spæla og skreiða.

So, í dag verða tað neyvan nógv børn í Klaksvík, ið sita inni eftir skúlatíð.