Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uppskot lagt fyri tingið um bíðirúm til ferðafólk á ferjuleguni á Syðradali

Tjóðveldi

Uppskot verður nú lagt fyri Løgtingið um at seta pening av at seta upp skýlið til ferðafólk á ferjuleguni á Syðradali.

 

Tað er Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ið hevur lagt uppskot um at seta hálva millión av til at byggja skýlið til ferðafólk á ferjuleguni á Syðradali.

Beinta Løwe, løgtingskvinna vísur á, at fleiri túsund ferðafólk árliga eru á farleiðini, men hesi hava ongastaðni at kroka, um illveður er.

”Samgongan vildi ikki seta penging av á fíggjarlógini til bíðirúm til ferðafólk á Syðradali, tí leggi eg uppskotið fram, tí eg veit, at tørvur er á hesum.” sigur Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Hon vónar, at allir løgtingslimir í Norðoyggjum fara at taka undir við uppskotinum, tí hálva millión eiga løgtingsfólk at unnan kalsoyingum.

Uppskotið verður væntandi lagt fram á løgtingsfundinum í morgin.