Í gjár vóru hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini.
Nú er greitt, hvussu dystirnir verða leiktir sunnudagin í Klaksvík.
KÍ vann 4-2 móti NSÍ í gjár í einum dysti, sum bleiv avgjørdur í fyrra hálvleiki. KÍ førdi 4-0 í hálvleikinum.
Í seinna dystinum bleiv talan um ein spennandi dyst. Víkingur vann 1-0 móti HB, og tað ger, at tað verður Víkingur, sum møtir KÍ í finauni. NSÍ og HB møtast í dystinum um 3. pláss.
Skráin sunnudagin 20. februar:
Kl. 13.15: NSÍ-HB
Kl. 15.30: KÍ-Víkingur


