3-0 sigur á toftamonnum og síðani gekk leiðin í bowlinghøllina til felags hugna
Teir ungu hjá Mjølnir spældu mesta partin av dystinum og teir loystu uppgávuna fyrimyndarliga. Ein rudduligur 3-0 sigur á Toftum.
Tað verður hildið avgerandi at eisini síggjast uttanfyri vøllin og tí eru ymisk tiltøk á skrá gjøgum vikurnar og mánaðirnar, ið Føroya Tele deildin koyrir. Í kvøld gekk leiðin í Bowlinghøllina í Leirvik til felags hugna.
Mjølnir er oddalið, sjey stig frammanfyri ÍF á øðrum plássi.
Ternan 0 – 3 Mjølnir. Settúrslit:15-25, 20-25 og 20-25


