Beinleiðis stroymdur fyrilestur frá náttúruvísindadeildini á Aarhus Universiteti
Hvat gongur fyri seg í heilanum, meðan vit sova, og hvat fyri ávirkan hevur tað á okkara heilsu, um vit ikki fáa nóg mikið av svøvni? Er tað t.d. ein samanhangur millum at fáa ov lítið av svøvni og at fáa staðfest Alzheimers seinni í lívinum?
Tey leggja seg eftir, at hóast talan er um granskara, sum halda fyrilestur, so skal tað vera á einum máli, “meinigi maðurin” skilir! So øll eru hjartaliga vælkomin!
Ver við til beinleiðis fyrilesturin um hetta evnið – stroymdur frá Aarhus Universiteti.
Aarhus Universitet skrivar soleiðis um fyrilesturin:
Fyrilestrarhaldari: Birgitte Rahbek Kornum, neurofysiologur
Hvat sker í heilanum, tá ið vit sova, og hví er søvnur so umráðandi fyri okkara heilsu? Tey nýggjastu granskingarúrslit verða tikin við inn í loyndarmálið um svøvnin. Hví skulu við sova, og hvussu nógvan svøvn hava vit fyri neyðini, so heilsan ikki líður?
Svøvnur verður lutaður í fýra ymisk stig, sum hvør í sínum lagi er heilsufremjandi fyri heilan. Tann djúpi svøvnurin er heilt annarleiðis enn REM-svøvnur – og verður kallaður ”Dreymasvøvnur” – fyrilesturin vísir á nøkur dømi uppá henda svøvnin.
Fyrilesturin vísir eisini á tær lívfrøðiligu fylgjur av ov lítlum svøvni, og peikar m.a. á samspælið millum ikki nóg góðan ella vantandi svøvn, sum seinni kann menna ella føra til Alzheimers.
Vit skulu eisini hyggja inn í knokkin og heilan og kanna tær mekanismurnar, sum halda skil á, nær vit eru vakin, ella nær vit sova. Greitt verður frá hvussu viðurskifti sum ljós, koffein og alkohol eru týðandi táttur í og ávirkandi megi á tær skipanir, sum halda stýr á okkara svøvnlagi.
Fyrilesturin greiður eisini neyvari frá ymiskum ráðum, sum eru góð og minni góð fyri góðan svøvn – og eisini um ráð, ið eru hent í mun til hvørji viðurskifti ávirka svøvnlagið ella svøvnlívfrøðina. (Sovna ikki!)
Birgitte Rahbek Kornum, neurofysiologur, sum ger hópin av ymiskum svøvnkanningum, greiðir eisini frá, hvussu slíkar kanningar verða gjørdar.
Ein spennandi og hugvikjandi fyrilestur, sum byggir á nýggja framkomna gransking av heilanum, og hvussu hann hvílir seg – ella ger hann tað, meðan tú svevur?
kl. 18.00 í dag
Nýggja Miðhøllin á Skúlatrøð
Sovandi heilin – Fyrilestur Århus Universitet – Fyrilesturin verður stroymdur beinleiðis



