Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Com-Data 40 ár

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið greiddi Kári Mikkelsen, rithøvundi til bókina “Com-Data 40 ár” frá í teksti og myndum um serstøku søguna hjá Com-Data.

Ja, Kári helti fyri, at Com-Data kollvelti Føroyar – Tað er eingin ivi um, at klaksvíksfyritøkan Com-Data eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt at teldugera føroyska vinnulívið og landið annars frá 1980 og frameftir.

Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir menn hvør á sínum øki tilvildarliga hittast á einum telduskeiði í Klaksvík síðst í sjeytiárunum. Líggjas í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun Pauli Konoy sum tann stóri teldusnillingurin.

Saman sóu teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa var komin í gongd, tá teir stovnaðu fyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina av teldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir.

Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninar Steve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá Steve Jobs í Los Altos í Kalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple, sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum.

Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framfýsnu og framskygdu menn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyri dagin í áttati- og nítiárunum. Eisini var Com-Data fyrsti føroyski veitari av pc-arum. Hetta er grundarlagið undir bókini “Com-Data 40 ár” við undirheitinum “Ein føroysk fyritøka uttan fordømi,”sum verður givin út
nú um dagarnar.

Eftir framløguna greiddi Olivur Thomsen “pápi at Lundanum” frá ymiskum søgum frá góðum gomlum døgum í Com-Data, sama gjørdu m.a. Jørgen Ellingsgaard, Jógvan Eliasen, sum kom uppí fyritøkuna 20 ára gamal og Agnar á Dul, sum ein brúkari av teirra skipanum.

Jørgen helt fyri, at tað mundi neyva vera nakað flakavirki í Føroyum, hann ikki hevði kropið á uppi á loftinum fyri at leggja ymiksar leiðingar frá flakalinjunim til onkra teldu á skrivstovuni.

Oliver Thomsen og Gunnar Nolsøe høvdu sett upp eina lítla framsýning við hópin av gomlum lutum og myndum næstan frá, tá ið teir byrjaðu.

Com-Data hevði viðskiftafólk í Føroyum, Grønlandi, Noregi og Kanada og deildir í Klaksvík, Esturoynni, Tórshavn og enntá í Danmark, í Keypmannahavn.  

Harleyfacadeacryl