Væl av fólki var til Stóra fiskaborðið á Café Gloriu
Í dag kl. 11.30 – 16.00 bjóðar Café Gloria til stóra fiskaborðið.Tað hevur seinnu árini á Torradøgunum verið borðreitt eitt rættiliga forkunnugt og stórt firkaborð á Café Gloriu.
Har kundi tú velja millum fleiri fiskarttir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn, laks og annað.
Hetta ljóðar alt gott á prenti, men má roynast í verki, tí alt smakkaði sera væl og meir enn ríkiligt var at velja í.
Omaná var eisini ein frálíkur kaffi-/te-munnur og køkum.







































