Ein spennandi og kærkomin Torrakafé stendur á skrá í morgin, hósdagin kl. 10 í Betesda við Osmundi Justinussen. Tað hevur ikki verið kafé í eina tíð vegna sóttina. Men nú verða dyrnar latnar upp aftur, og tað verður eisini eitt væl dekkað kakuborð við kaffi, te og leskiligu Torrakøkunum.
Í útróðrarbygdin, Leirvík, stóð vøggan hjá Osmundi. Her vaks hann upp og kom tíðliga uppí arbeiðið, sum teir eldru menninir gjørdi. Tað var at kalla bert ymiskt í sambandi við sjógvin og sjóvinnuna, sum kom at vera náttúrligi uppvøksturin hjá Ósmundi, eins og brøðrum hansara – júst sum hjá forfeðrunum eisini.
Leirvik hevur frá náttúrunar hond ligið soleiðis fyri, at tað er skjótt á Norðhavið, eisini suðurum ella hvar leiðin nú lá í mun til streym, veður og vind.
Leirvík var ikki kyrrupláss og lógu tí teir stóru bátarnir oftani fyri teymi í Fuglafirði, um tað ikki var rættiliga kyrt.
Vit fara at hoyra henda frágera eygleiðara og frásøgumann hugleiða um sín uppvøkstur, sjóvlívið og hvussu hann seinni gjørdist skipari og reiðari.
Osmund fer at greiða frá: Muninum á Klaksvík og Leirvík tá hann var smádrongur og unglingi – um tað stóra sambandið, sum var ímillum Klaksvík og Leirvík. Hjá smádreingjum í Leirvík var Klaksvík tað størsta, ein kundi hugsa sær.
Hann fer at hugleiða um ferðasambandið: Polaris uppsteðgaður í fjørðinum. Ternan mundi farið á land. Pride fór á land undir Háskúlanum.
Eisini um ein serliga vánaligan útróðrardag hjá abbanum og synunum – teir máttu seta upp úti á Norðoyri. Gistu hjá Óla í Skúla. Um línumenn á Norðhavinum, har alt gjørdist ein fløkja. Eisini um leirvíkskingar, sum búsettust í Klaksvík.
Jú, Osmund hevur nógv at siga frá og endar hann við, tá ið Sendiboðið morsaði og kemur síðani inn á “Lív mítt á sjógvi og seinni, sum reiðari”.
Felagssangur og Vitin eru eisini á skrá – og so ein góður drekkamunnur við góðum práti aftaná
Alt hetta við nakað av sangi aftur við frá Vitanum í Betesda á Torra-Kaféini hósmorgunin 24. februar kl. 10.00









