Leygardagin fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av oddaliðnum H71. Stjørnukvinnurnar, sum hava leikt seg í endaspælið um FM-heitið, hóast nøkur umfør í innleiðandi kappingini eru eftir at leika, hava staðið seg væl seinastu dystirnar, m.a. vunnu tær mikuvøldið á Kyndil á útvølli.
Spennandi verður at síggja, hvussu tær fara at standa seg í móti hoyvikskvinnum, sum í løtuni luttaka í Europa Cup kapping og hava skrivað søgu, við at hava leikt seg áttandapartsfinaluna, og enn hava møguleika at koma í fjóðringsfinaluna.
Dysturin, verður sum nevnt leygardagin, og verður bríkslaður í gongd kl. 15.00.



