Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Væleydnað Teknmálskafé á Torradøgum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Soleiðis skrivar felagið, Teknmál á síni heimasíðu, https://www.teknmal.fo

Tey greiða frá:
 
Vit takka hjartaliga fyri góðu undirtøkuna og stuðulin, sum var veittur okkum á Teknálskaféini á Torradøgum. Tað var gleðiligt at undirtøkan var so góð, og at so mong møttu og tóku lut.
  
Ein serlig tøkk ferð til Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann í Almannamálum, og Karl H. Johansen, borgarstjóra, sum settu kaféina.

Eisini takka vit hjartaliga fyri fíggjarliga stuðulin, sum Klaksvíkar Kommuna, Dekksentrið, MBM, KBI, Kjølbro og Inn í Klaksvík veittu okkum. Uttan tykkum var hetta ikki møguligt. Somuleiðis takka vit fyri alla hjálp og vælvild, sum annars varð veitt til dagin.

Hjartaliga takk fyri, og vóna at Teknmálskaféin verður aftur eina aðra ferð, siga tey at á “Teknmál” at enda.