Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvørji virði hava størstan týdning, heldur tú?

Synergi

Tey flestu av okkum klára ikki uttan víðari, at nevna eitt ella fleiri virði, sum vit leggja dent á í okkara lívið. Vit mugu líka hugsað okkum um eina løtu. Vit ofta betur at siga frá, tá vit halda at okkurt er skeivt handfarið ella okkurt er farið av sporinum.

 

Okkara virðir eru grundarlagið fyri, hvat vit menniskju halda er rætt ella skeivt. Tað eru okkara virðir, sum avgera hvønn hugburð vit hava til ymiskt. Og tað er heilt sikkurt lættari at stýra og at taka avgerðir, um tú gjørt tær greitt, hvørji tíni virði eru.

 

Dømi um virði:

 

Falsloysi
Trúvirði
Nærvera
Samstarv
Reiðilig
Trúfesti
Pengar
Makt
Kærleiki
Avbjóðingar
 

Hvørji onnur virðir eru?

 

Um tú heldur hesin spurningur er áhugaverdur, so tak eitt prát á arbeiðsplássinum ella heima við hús. Tú verður kanska bilsin. Tað er als ikki vist, at tey hava somu virði sum tú, ella at tey hava tey virði, sum tú helt tey høvdu.

 

 

Á ÚSSM læra vit at seta orð á okkara virði
– ÚSSM er ein sera væl dámd eftirútbúgving fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk

 

Við at seta orð á okkara virðir, verður tað lættari at taka góðar avgerðir og fáa greiðu á, hví vit reagera sum vit gera. Samskiftið verður eisini lættari, tí tú skilur betur onnur.

 

Fyrsti undirvísingardagur á ÚSSM er 31. mars 2022.

 

Les alt um útbúgvingina her >>

 

 

 

Harleyfacadeacryl