Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fá atgongumerkir eftir til konsert við Herborg Torkilsdóttir og Tinganest

Norðlýsið

Undirtøkan fyri FríðuTónum hevur verið sera góð. Seinasta tónleikaupplivingin við Høgna Lisberg var einki minni enn framúr. Leygardagin kl. 21.00 verður størri konsert við Herborg og Tinganest, og longu nú eru fleiri atgongumerkir seld.

Mimmy Vágsheyg upplýsir, at tað hevur verið einastanandi spennandi at skipa fyri hesum tiltøkunum, og fyri hvørt tiltak, ið er farið afturum, hava tey eisini lært nógv. Tí kunnu tey bjóða eina betri heildaruppliving nú, enn tá ið fyrsta konsertin fór av bakkastokki.

– Tað er stuttligt at uppliva góða stemningin millum fólk. Eg haldi fólk hava saknað slík tiltøk, og tað er einki undarligt í tí, tí aftaná eitt langt tíðarskeið við avmarkingum, er endaliga møguligt at njóta løtur sum hesar.

– Vit hava fingið sera nógvar góðar afturmeldingar, bæði frá tónleikarunum og ikki minst frá teimum vitjandi. Tað er eisini okkurt sum bendir á, at undirtøkan er vaksandi, tí nógv atgongumerkir eru longu farin til konsertina við Herborg og Tinganest, ið verður leygardagin kl. 21.00.

Enn ber til at keypa atgongumerkir HER

Harleyfacadeacryl