Handlarnir í Biskupstorginum bjóða inn til forvitnisligt tiltak har hugni og samvera standa ovast á breddanum. Nógv er gjørt burturúr, og møguleiki verður millum annað at vinna góðar vinningar, hoyra skemt og góðan tónleik.
Handlarnir fara sjálvandi eisini at vísa fram úr sínum úrvali, og listaframsýning við Janus á Húsgarði kann eisini upplivast.
Tað eru handlarnir 2U, URBANE, Madame, Vøggan og Café Fríða, ið standa fyri áhugaverda tiltakinum.
Skáin fyri tiltakið sær soleiðis út:
– Vælkomst drykk og pinnamat Kafe Fríða
– Listaframsýnig og listaprát v. Janus á
– Húsagarði
– Mótaframsýning til menn og kvinnur URBANE og 2U
– Filmframførðsla The Wool Island v. Sissal Kristiansen
– Skemt við Elisu Vang
– Kollagen smakking v. Madame
– Lekrir vinningar í lutakasti
– Nógv góð tilboð
– Skemt og stuttligar søgur v. Sámal Petur Í Grund
– Livandi tónar v. Janus á Húsagarði
Atongumerki til tiltakið kunnu keypast HER
Tiltakið kostar kr. 200,-





