Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvandi skulu pápar nevnast og javnsetast

Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna

Tað er eingin mótstøða ímóti, at heitið pápi verður nevnt í nýggju foreldramyndugleikalógini. Tvørturímóti.

Tað taki eg sjálvandi undir við, tá málið kemur fyri í Trivnaðarnevndini.

Tað hevur stóran týdning, at pápar nú endiliga fáa felags foreldramyndugleika frá føðing.

Og tí hevur tað eisini týdning at strika treytina, at foreldrini skulu hava havt felags bústað 10 mánaðir áðrenn føðing.

Lógin er sum heild ein broyting til tað betra. Nú skulu vit fáa endaligu ásetingarnar upp á pláss, so eingin ivi er um endamálið við hesum partinum av lóggávuni.

Eg kann líka skoyta upp í, at tað er eingin ósemja millum andstøðu og samgongu um at nevna pápar í lóggávuni, hóast tað kann ljóða so.

Tað er Fólkaflokkurin, sum bæði er fyri og ímóti uppskotinum hjá sær sjálvum.

Longri er tann søgan ikki.

Hetta verður eitt framstig á foreldramyndugleikaøkinum, og eg vóni, at politiska skipanin fer at standa saman, tá broytingar eru gjørdar.