Fýra framúr góðar konsertir hava verið framførdar á FríðuTónar 2022. Fyrst var tað Jens Marni Hansen, ið rokk’aði fríggjakvøldið á Torradøgunum, og eftir hann fingu vit Høgna Lisberg, sum við sínari heilt serstøku rødd og framúr musikaliteti, bergtók fjøldina.
Síðani var konsert fyri fullsetum húsi, tá ið Herborg Torkilsdóttir og Tinganest fingu øll at syngja við, og njóta góða tónleikin.
Seinasta vikuskiftið vóru tað so ungu og sera talentfullu SWAY, ið tóku pallin. Ein fantastisk tónleikauppliving, har sangframførslan var í miðdeplinum. Ein konsert, ið gav áhoyrarunum eina serstaka og hugkveikjandi uppliving. Tær tríggjar mugu vera millum bestu songrøddir á palli í Føroyum í løtuni.
Lena og Niclas standa fyri endabrestinum
Sum tann seinasta konsertin av tónleikarøðini hesaferð, so verður tað Lena og Niclas, sum framføra leygarkvødlið kl. 21.00.
Tey bæði hava havt framúr góðar tónleikaframførslur í býnum fyrr, og koma tey væl uppløgd til Klaksvíkar leygardagin.
Lena og Niclas megna altíð at fáa lurtarin inn í eina dragandi tónleikauppliving. Sangir, sum eru inniligir, men sum sanniliga eisini kunnu vera lívligir.
Við nærlagdari rødd og framúr guittarspæli, er tað sum áhoyrarnir ikki kunnu annað enn lurta og uppliva. Umframt allar teir kendu sangirnar, so sum “I still love you”, “Oh brother with the broken wing” og “True love in a way”, so eru fangandi søgurnar og frágreiðingarnar ein týðandi partur av heildarupplivingini.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum til eina dragandi tónleikauppliving saman við Lenu og Niclas, í hugnaligu umstøðunum á kaffistovuni Fríðu.
Atgongumerkir til konsertina kunnu keypast HER



