Við í danski sangbólkurin Dopplers er átta sangarar – fimm kvinnur og tríggir menn. Ein teirra er føroyska Tóra Vestergaard, sum er rættiliga kend og virkin í føroyska kórheiminum eisini.
Dopplers, sum hevur lagt tey fyrstu tíggju árini afturum bak, bjóðar tí siðbundnu uppfatanini av eini konsert av, og ger tað við serligum framførðslum við kveikjandi koreografi, nýskapandi tónasetingum og við samskifti við áhoyraran, stendur m.a. at lesa á heimasíðu teirra https://dopplers.dk/
Sangvalið er fjølbroytt og fevnir um fólkatónleik, pop, upprunatónleik og klassiskan tónleik, og verður eisini arbeitt við at samantvinna hesar tónleikagreinar. Kórleiðari er Astrid Vang-Pedersen.
Tvey teirra hava gingið á konservatoriinum, meðan hini hava lisið musikvitinskap. Tey skriva sjálvi teirra tónleik, og tónleik hjá øðrum, sum tey syngja, umskriva og tillaga tey til teirra sangoyra ella sanggána – smag.
Líka mikið hvat tey hava lisið, so duga tey kynstrið, at syngja í ríkiligt mát. Temaið var norðurlendsk við Kópakonuni, Nykinum og eisini øðrum donskum og umskrivaðum svenskum løgum. Tað var knallandi reint sungið – eisini í teimum føru, tey sungu í átta stemmum.
Onkuntíð ljóðaði tað nakað sum afrikanskur stammusangur tó við norðurlendskum klangi – um nakað eitur so. Men samanumtikið so var hetta sangur, klangur og tøtt tónaseting fyri víðarikomin, sum er gott hjá amatørum at lugta til – ella leggja oyra til.
Hetta var fyrsta konsertin hja´Dopplers á hesi føroyaferðini. Mikukvøldið syngja tey í Tórshavn á Hátuni og hóskvøldið í Salt í Suðri. Tóra Vestergaard býr niðri, har hon er knýtt at fleiri kórum og hevur m.a. Húsakórið. Eisini venur hon kórið hjá Symfoniorkestrinum og skal venja felagskórið til komandi sangstevnuna.
Við sær hevði kórið fløgur, taskur og plakatir, sum Heiðrikur á Heygum hevði listprýtt. Tann eina fløgan kundi veriðið gjørd til høvið – kallað NORD.
Takk fyri frálíkan sang og ein góða uppliving!

















































































