Snimma í morgun fór bussurin frá gomlu Sløkkiliðsstøðini, har venjingarhølið hjá Klaksvíkar Hornorkestri er.
Leiðin gekk versur á flogvøllin til flúgvaran, sum fleyg kl. 08.20. Smá 50 fólk vóru við í ferðalagnum – teirra millum eisini borgarstjórin, Karl H. Johansen.
Av tí at leiðin lá til vinarbýin hjá Klaksvíkar kommunu, hevði Klaksvíkar Hornorkestur eisini boðið borgarstjóranum at vera við í ferðini til Odense.
Flúgarin fleyg til Keypmannahavnar, og varð tí avrátt at støkka inn á Fólkatingið, har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður tók ímóti okkum.
Tað var áhugavert at ganga eftir longu snotiligu gongunum, sum vit oftast síggja á skýggjanum. Eisini at síggja mongu ymsu fundarhølini til spyrjitímar, samráð og bólkarúm hjá Føroyanevndini og fleiri øðrum – eisini hjá Fíggjarnevndini, har mangar umráðandi avgerðir verða tiknar.
Men ikki minst var áhugavert at síggja sjálvan tignarliga fólkatingssalin.
Har havi eg einaferð fyrr verið og spurdi tá, um eg kundi taka mynd av svalanum? Jú, tað kundi eg gott! Men tá ið eg hevði tikið tvær myndir, komu kontraordrar frá táverandi forkvinnuni á Fólkatingi, Piu Kjærsgaard, sum bað vaktin, ið hevði givið mær loyvi at avmynda, um at steðga mær.
Trappan
Søgan um trappun hjá Argja-brøðrunum, Jákup Andreas og Óla Arge – GrótÓla, sum hann eisini var nevndur, ið var langabbi Magna Arge, varð eisini søgd. Trappan er høgd til í Føroyum um 1914/15 og send niður til Danmarkar – løgd inni á Christiansborg um 1916. Góð 30 ár frammanundan brendi Christiansborg. Fólkatingið varð tikið í nýtslu aftur í 1918 eftir drúgvar umvælingar av eldinum.
Ein sera áhugaverd vitjan, har Sjúrður greiðliga greiddi frá arbeiðnum á Fólkatingi, har eisini er nógv ymisk kunningararbeiði um føroysk viðurskifti.
Borgarstjórin takkaði fyri við at geva Sjúrða Skaale Klaksvíksnálina og Hanus Kjølbro gav Sjúrða eitt búðmerki hjá Klaksvíkar hornorkestri úr glasi.
Síðani lá leiðin til Odense, har Klaksvíkar Hornorkestur skal spæla í Dómkirkjuni í morgin, mikudagin kl. 16. Eisini skal Karl H. Johansen, borgarstjóri í morgin hitta varsborgarstjóran í Odense kommunu, Andreas Møller.































































