Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ tók stórt stig móti FM

Jákup Ósá

Hóast KÍ leikliga spældi sín kanska vánaligasta dyst móti Víkingi í fleiri ár, so vann KÍ 1-0 í einum jøvnum dysti.

Síðstu árini hevur KÍ havt gott tak á Víkingi bæði í úrslitum og leikligum avrikum. Eftir byrjanina í ár var KÍ eisini stórfavorittur á heimavølli. Á KÍ-liðnum var eitt óvæntað val, har Deni Pavlovic spældi á fyrsta sinni síðani fyrru hálvfinaluna móti HB í 2019.

Talan bleiv um ein javnan dyst, har fótbóltsspælið ikki var tað vakrasta. Víkingar løgdu nógv fyri og tykjast hava ment seg nógv, tí hesaferð spældu teir fult upp móti KÍ. Men tað koppaði til heimaliðið, sum fekk einasta málið í dystinum. Málskjútti var Páll A. Klettskarð eftir álop, har Mads B. Mikkelsen og Patrick Da Silva spældu seg ígjøgnum og bólturin endaði hjá Páll á nærum málstrikuni. 1-0 gjørdist úrslitið.

Bæði liðini høvdu onkrar stórar málmøguleikar til onnur mál. M.a. hevði Olaf Báðarson ein, áðrenn KÍ skoraði, men KÍ-málverjin bjargaði og eftir málið hevði Víkingur skjótálop, har tríggir Víkingar komu at verða móti einum KÍ-verjuleikara. Víkingur vildi hava brotsspark, men floytan tagdi. KÍ hevði onkran góðan møguleika, men ofta var seinasta avleveringin ikki nóg neyv ella raktu leikararnir ikki bóltin. Heldur ikki deyðbóltsstøðurnar lógu eins væl sum ofta fyrr hjá KÍ, har Mads B. Mikkelsen var stóri leikarin, tá KÍ hevði bóltin og kanska einasti framrættaði leikarin, sum helt stigið, ið hann hevur havt undanfarnu dystir. KÍ tóktist ávirkað av, at liðið nú á fyrsta sinni hetta kappingarárið fekk veruliga mótstøðu, men tað vísir eisini stórar dygdir, at fáa dystin at koppa til sín, tá spælið ikki hongur serliga væl saman. Víkingar bjóðaðu av og hava ment seg, men úrslitið ger, at teir fáa torført við at gera nakað við KÍ í ár.

KÍ spælir sunnudagin 8. mai móti HB í Klaksvík og tá kann KÍ taka enn eitt stórt fet móti FM.