Nú kl. 15 letur upp stór framsýning víð næmingaarbeiði hjá næmingar á Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum.
Nógv virksemi hevur verið á Skúlatrøð, har lærarar og næmingar á Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum hava riggað til.
Í dag kl 15 – 1. mai er framsýning aftur fyri fyrstu ferð í tvey ár. Síðani seinast er nýggj miðhøll komin á Skúlatrøð, so hesaferð verður framsýningin skipað í báðum hallunum. Málningalist hjá Archibald er í niðaru høllini, og restin er í ovaru høllini.
Skráin fyri dagin er:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Harmonikutónar
16:30 Kvinnukórið Suð
16:45 Klaksvíkar Manskór
17:00 Borgarstjórin sigur nøkur orð
17:05 Livandi framsýning við føroyskum klæðum
19:00 Framsyningin endar
Kaffi og okkurt afturvið kann keypast fyri ein rímiligan pening (einans kontant søla)



























