Hósdagin 26. mei fóru vit tríggir, Jóhan David Joensen, Ásmundur Joensen og undirritaði ein tú við 5 mannafarinum hjá Jóhan David. Leiðin gekk av Mikladali, har Jóhan David hevur eini summarhús. Báturin hjá Jóhan David lá fyri teym í gjónni í Mikladali, Hann hevði boðað okkum til túrin dagin fyri, so lag á manni var at fara ein hugnatúr norður um tann frídagin..
Kósin var fyrst sett á Kalsvík, har vit sóu fuglameingið, ið har búleikast nú reiðringin er fyri. Har frá gekk leiðin yvir á Kunoyarnakk at forvitnast, siðani suður við Kunoynni har vit sóu stóra lopið Norðuri í Dal og dagurin endaði aftur í Mikladali.
Vit báðir Ásmundur fóru av Klaksvík við Sam klokkan tvey hendan dagin og sigldu aftur á Klaksvík við fimm mannafarinum um 10-11 tíðina á kvøldið eftir ein upplivingarríkan túr.
Myndirnar av fuglinum á Kalsvík leggja vit út seinni í dag.






































































































































































