Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SMJ byggir nýtt heimbýli í miðbýnum

Jóhann Lützen

Vit eru vaksin úr klæðunum og hava tørv á størri skrivstovuhølum, sigur Árni Jakobsen, stjóri í SMJ við Norðlýsið

Á býráðsfundi herfyri varð byggiloyvi givið til skrivstovubygning á einum stykki beint við har BankNordik liggur í dag. Norðlýsið hevur frætt at tað er SMJ, ið skal byggja og tí hava vit sett okkum í samband við stjóran Árna Jakobsen at frætta um ætlaniniar.

Árni greiðir frá, at SMJ er fyritøka við ráðgevandi verkfrøðingum, sum varð stovnað í 1965. Síðani 2013 hevur SMJ haft deild í Klaksvík, har tey hava hildið til í gomlu politistøðini við klaksvíksvegin.  

– Í dag arbeiða 10 fólk í Klaksvík og 40 fólk tilsamans í fyritøkuni og felagið hevur verið í stórum vøkstri seinasu árini. Vit eru vaksin úr klæðunum og hava tørv á størri skrivstovuhølum, sigur Árni.

– Stykkið, sum bygt verður á er 400 m2 til víddar. Talan verður um skrivstovubygning í trimum hæddum, har niðasta hæddin skal nýtast til útatvent virksemi. Eg vóni at um tvey ár so verður klárt at taka bygningin í nýtslu, sigur Árni Jakobsen við Norðlýsið at enda.