Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Vinnu- og mentanarstjórin í nýtt starv

Jóhann Lutzen

Tað hevur verið ein fragd at røkt hetta starvið hjá kommununi, og fylgt øllum teimum spennandi átøkunum, ið kommunan hevur sett á breddan, sigur Eirikur í Jákupsstovu, ið nú fer í nýtt starv sum ráðgevi hjá Tjóðveldi í tinginum og flokkinum.

Erikur í Jákupsstovu hevur røkt starvið í skjótt 4 ár

– Eg havi verið glaður fyri samstarvið, ið eg havi havt við skiftandi politikarar og starvsfólk í umsitingini. Eisini hevur tað verið læruríkt og hugaligt at samstarva við vinnu- og metanarlívið í býnum, sum hevur nakað heilt serligt.

– Onkur hevur spurt meg, um eg ætli at flyta úr Klaksvík, men tað verður av ongum. Eg eri komin fyri at vera, tí her er ómeliga gott vera.

Eirikur í Jákupsstovu fer í nýggja starvið sum ráðgevi hjá Tjóðveldi eftir summarfrítíðina.