Hagtølini vísa, at Føroyar sum kanska tað einasta landið í Evropa ikki brúkar U21-leikarar í Nations League.
Tá hugt verður eftir hópinum hjá Føroyum í Nations League higartil, so sæst, at eingin U21-leikari hevur verið í hópinum nakran dyst. Tað eru leikarar sum eru føddir í 2000 ella seinni. Føroyar hava havt ein greiðan politikk síðstu árini sum hevur sagt, at U21-leikarar heldur skulu fáa fulla spælitíð á U21-landsliðnum enn at sita á bonkinum ella spæla lítið og einki á A-landsliðnum.
Men hetta ger eisini, at í hesum føri hevur eingin U21-leikari luttikið í Nations League og samanbera vit við hini londini, so er hetta óvanligt. Í bólkinum hjá Føroyum hava londini millum fimm og níggju U21-leikarar í hópinum hesaferð. Ein kann eisini spyrja seg, um talentini ikki eru eins eyðsýnd sum fyrr? Tí var nakar leikari, sum skaraði framúr, so var viðkomandi nokk á landsliðnum.
U21-leikarar í bólkinum hjá Føroyum:
Turkaland: 9
Luxemborg: 8
Litava: 5
Føroyar: 0
Síðani hava vit kannað nøkur lond í hesi Nations League kappingini. Hjá øllum teimum hava U21-landsliðsleikarar verið úttiknir.
England: 5
Danmark: 1
Svøríki: 5
Norra: 2
Belgia: 3
Holland: 2
Wales: 7
Lettland: 4
Ungarn: 6
Kosovo: 4
Gibraltar: 7
Georgia: 7


