Í morgun hevur ein hátrýstryggur lagt seg oman yvir Føroyar. Tá er vanliga stilt og gott veður, og tað er tað eisini seinnapartin í dag og í kvøld.
Tá ið dystur er í Havn í dag ímillum B36 og KÍ, er eitt lítið lot av ymsum ættum. Tá ið dysturin byrjar, kemur hann norðaneftir; í seinna hálvleiki av vestri. Ikki nógvur vindur, 5 m/s ella minni. Tað fer neyvan at ávirkar dystin yvirhøvur.
Turt og klárt, møguliga kemur sólin fram, og hitin fer at liggja um 10-12 stig.



