Deni Pavlovic hevur serliga gott máltev í Evropafótbólti.
28 ára gamli Deni Pavlovic hevur spælt í KÍ síðani 2018. Hann hevur spælt sum miðverji og síðani 2020 sum miðvallarleikari. Í landskappingini hevur hann skorað 11 mál í 93 dystum, meðan hann í Evropadystum hevur 4 mál í 14 dystum.
– Eg havi ikki eitt rætt svar uppá tað. Mær dámar væl at arbeiða hart fyri at skora, men eg eri ikki ein, sum skorar so góð mál sum Árni, Jóannes Bjartalíð og teir. Men viðhvørt standi eg á rætta staðnum í deyðbóltum. Vit venja nógv deyðbóltar og vita akkurat, hvat vit skulu gera. Summar dystir havi eg hepni við at skora mál, summar dystir eru tað aðrir sum Jákup, Odmar og Heini. Allir í hópinum hava dygdir at skora mál. Hart arbeiði vil geva úrslit, sigur Deni Pavlovic við Norðlýsið.
Bodø/Glimt-dysturin
Hann er spentur til dystirnar í Evropa í summar.
– Fyri meg eru allir dystir týdningarmiklir. Bæði tá vit møta einum botnliði í landskappingini og tá vit spæla í Evropafótbólti. Vit mugu taka hvønn dyst sum um hann er tann síðsti og mest avgerandi. Í Champions League spæla vit móti góðum liðum frá størri londum. Teir eru góðir. Har mugu vit verða klókir og spæla taktiskt klókt, sum venjarin ynskir at vit skulu spæla. Vit mugu hvørki yvirmeta ella undirmeta mótstøðuliðið, sigur Deni Pavlovic við Norðlýsið.
– Vit fara at geva alt sum vit hava sum altíð. Við góðum hepni, so hopi eg uppá eitt positivt úrslit. Eg kann ikki lova nakað úrslit, men kann lova, at vit geva alt. Fáa vit eitt gott úrslit, so veit eg, at øll verða glað í Klaksvík og tað er týdningarmikið fyri okkum, Klaksvík og føroyskan fótbólt, sigur Deni Pavlovic.
Deni Pavlovic skoraði móti Birkirkara (2), Dinamo Tbilisi og RFS.
Deni Pavlovic sigur, at hann hevur sáttmála við KÍ fram til og við 2023.


