Fípan Fagra setti met fyri Fjarðastevnu.
Hjá 5-mannaførum við gentum 17-18 ár vann Fípan Fagra eins og allar róðrarnar fyrr í ár. Sævarmoy endaði á 2. plássi og tí hendi tað serliga, at bátar hjá KRF endaðu á tveimum teimum fremstu plássunum.
Síðani 5-mannafør við gentum fóru at rógva á Fjarðastevnu fyrstu ferð í 2006 og hevur verið annaðhvørt ár síðani. Hesi níggju árini hevur eingin róð skjótari enn Fípan Fagra í dag, sum sostatt setti met á Fjarðastevnu.


