Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viaplay viðmerkjarar ivaðust bæði í dømda brotssparkinum og rangstøðuni móti KÍ

Norðlýsið

Tað var ein sera undirhaldandi dystur, ið teir umleið 1.000 áskoðararnir vóru vitni til í gjár. Flest øll munna vera samd um, at hetta er best spældi dystur av einum føroyskum liðið í Champions Leauge nakrantíð. Men tað vóru tvær støður í dystinum, sum komu at vera avgerandi. Í báðum førunum var tað dómarin, ið átti avgerandi leiklut.

Tvær dómaraavgerðir komu at hava stóran týdning í dystinum í gjár.

Eitt brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, gjørdi at brekkan hjá KÍ gjørdist tyngri enn ætlað. Eftir ein fantastiskan fyrra hálvleik, var tað sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, tá ið dómarin knappliga bríkslaði fyri brotssparki.

Dómarin vísti á, at hann hevði sæð hond á bóltinum, men viðmerkjararnir á Viaplay, ið er ein stroymingtænasta, dugdi illa at síggja hvat feilurin var. Teir hildu at straffi var sera tunt.

Viðmerkjarin, Cato Hansen, segði at tað var ómøguligt at síggja nakað brotsspark. Eisini staðfesti hann speiskliga í AN-Studio nakað soleiðis: “Flott gjørt av dómarinum, at síggja hatta, tí allir spælararnir stóðu fyri hann…”

Seinna dómaraavgerðin var seint í seinna hálvleiki, tá ið KÍ skoraði, men linjuverjin valdi at heysa flaggi á fulla stong. Cato Hansen var sannførdur um, at hetta var ikki rangstøða.