Norðlýsið hevur sett nøkrum fjepparum stevnu at frætta teirra hugsanir um KÍ undan dystinum í morgin
Vit spyrja fyrst um hvussu KÍ hevur roynst úti í Evropa higartil í ár.
– Haldi tað hevur verið heilt ok. Vit fingu tað sverasta lutakasti við Bodø Glimt, men yvir tveir dystir var ikki tann munurin ein kundi vera bangin fyri. Var tað ikki fyri tvey sera sera ivasom brotsspark til BG, var tað kanska vit sum fóru víðari. Javnleikurin í Montenegro var eisini góður, um vit megna at vinna í Klaksvík í morgin sjálvandi, sigur Eyðun
Og kommunumaðurin væntar ein sigur í annaðkvøld.
– Eg vænti ein góðan dyst frá okkara monnum. Sutjeska er avgjørt eitt lið sum eg haldi vit hava ein kjans ímóti. Og eg vænti eisini, at vit fara at spæla meir álopsspæl enn vit gjørdu har niðri, og tað er nakað sum kann fáa okkara stadion ordliga við. Eg tippi 2-0 til okkum.
Spurdur um hvør leikari man fara at skína ígjøgnum, so peikar Eyðun á fleiri leikarar
– Haldi allir leikarar eru avgerandi uppá hvønn sín máta. Sjáldsamt at síggja eitt lið, sum arbeiðir so hart á einum fótbóltsvølli. Men um eg skal peika á onkran, so giti eg, at Deni Pavlovic fær ein stóran leiklut í morgin. Tað virkar fyri mær, sum hann altíð skorar í teimum heilt stóru dystinum. Mads Mikkelsen kann man heldur ikki sleppa rundanum. Ja eg kundi faktiskt nevnt allar. Næstan ómøguligt at bara nevna ein/tveir. Koyr á KÍ, sigur ein spentur Eyðun Thorgeirsson við Norðlýsið at enda
Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19 og atgongumerki kunnu keypast á ki.fo.


