Lotið liggur inn eftir vánni dag og í kvøld. Ættin er útnyrðingur vestan.
Eitt hátrýst vestan fyri Skotland sendir luftina ímóti Føroyum í dag. Í morgun hevur tað verið turt í Klaksvík, skýggjað og onkrir glottar upp ímillum skýggini.
Sum tað gongur út á dagin fer at draga samanum. Tað verður skýggjað, og vit kunnu vænta ælingar.
Meðan dystur er í Klaksvík í kvøld ímillum KÍ og B68, er útnyrðingur vestan. Hetta er frá rundkoyringini og niðan ímóti vøllinum. Vindferðin fer at liggja um 3 til 8 metrar um sekundið. Tað fer neyvan at ávirka dystin tað stóra.
Hyggjandi uppeftir, meðan dystur er, so er skýggjað og okkurt ælið.
Hitin fer at liggja um tey 8 stigini.



