Mjølnir skipar fyri firmakapping í flogbólti leygardagin 15. oktober í Badmintonhøllini.
Byrjað verður kl. 10 og liðugt verður um kl 14. Talan verður um sokallað Mixvolley, tvs. á liðnum kunnu bæði kvinnur og menn leika. Tað kann bert ein leikari úr meistaradeildini leika á hvørjum liði.
Vanligir flogbóltsreglar eru galdandi
Kostnaður 2.000 kr.
Melda til við at skriva til mjolnirklax@gmail.com ella ringja á 221991. Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 13. oktober.
Vinnarin fær : Máltíð til alt liðið á Café Fríðu og atgongumerkir til alt liðið á FríðuTónar


