Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Av bekki á skipabunka

Jóhann Lützen

“Av bekki á skipabunka” er heitið á nýggjari bók, sum er komin í bókabúðirnar. Rithøvundur er Óli Olsen.

Bókin er 173 síður, hevur nógvar forkunnigar myndir og kostar 290 kr. Forsíðan sýnir farmaskipið Jubelfesten, sum sigldi nógv upp á Føroyar.  

Verkið fevnir brotakent um tíðina frá landnámi til okkara dagar.

Í 1271 fara útlendsk farmaskip at sigla upp á Føroyar. Seinni taka føroyingar táttin upp. Sagt verður í brotum frá føroyskari farma- og ferðafólkasigling til henda dag.

Umrøddar verða útlendskar og føroyskar fiskiroyndir undir Føroyum, til føroyskur skipsfiskiskapur í 1870-unum fótar sær.

Í 1856 fáa føroyingar frían handil. Meginhandlar taka seg upp, og skip teirra sigla við farmi innan og uttan fyri landoddarnar.

Í 1896 byrjar Smiril strandfarasigling. Aðrar farleiðir taka seg upp, og sagt verður frá rutum og rutubátum, til Strandfaraskip landsins taka um endan.

Harleyfacadeacryl