Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bæði KÍ-liðini hava nakað at prógva í steypakappingini

Jákup Ósá

Felags fyri bæði kvinnurnar og mennirnar er, at úrslitini í steypakappingini síðstu árini ikki hava staðið mát við tey í landskappingini.

Leygardagurin verður stórur í KÍ-søguni. Tá spæla bæði kvinnur og menn steypafinalurnar. Kvinnurnar møta HB kl. 15.00 og menninir møta Víkingi kl. 19.00.

 

Kvinnurnar hava eitt steyp síðani 2016

Hóast KÍ hevur vunnið FM regluliga seinnu árini hjá kvinnum, so hevur ikki hilnast eins væl í steypakappingini. KÍ-kvinnurnar hava bara vunnið steypakappingina einaferð síðani 2016, hóast FM-heitini hava verið trý hesi árini, um vit ikki telja 2022 uppí. KÍ er favorittur í steypafinaluni, tí mótstøðuliðið HB endaði á 3. plássi í landskappingini, 15 stig aftanfyri KÍ. Innanhýsis dystirnir millum KÍ og HB hava verið javnir. KÍ hevur vunnið tveir við einum máli og ein endaði við javnleiki. KÍ-kvinnurnar hava vunnið steypakappingina 15 ferðir.

 

Menninir í fyrstu finalu síðano 2016

Øll minnast finaluna um løgmanssteypið í 2016, sum kanska er tann størsta av sínum slag í nýggjari tíð, um hugt verður eftir tí, sum hendi uttanfyri vøllin. Tað var útselt og bæði KÍ og Víkingur gjørdu nógv burturúr. Síðani tá hevur KÍ ikki verið í nakrari finalu, hóast liðið hevur verið í topp 4 í landskappingini øll árini síðani tá. Mótstøðuliðið hesaferð er eins og í 2016 Víkingur. Sostatt er talan um dyst millum nr. 1 og 2 í landskappingini. Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, hevur leikbann til finaluna, men annars væntast bæði liðini at hava allar leikarar tøkar. Í innanhýsis dystum í ár hevur KÍ vunnið tveir dystir við einum máli, meðan ein dystur er endaður við javnleiki. So KÍ er favorittur, men útfrá dystunum fyrr í ár millum liðini, so verður talan helst um ein spennandi dyst, ið kann fara báðar vegir. KÍ-menninir hava vunnið steypakappingina seks ferðir.