Tað er ikki av bestu umstøðum hjá útróðrinum í løtuni, veðurforsagnirnar boðað framvegis frá nógvum vindi “piningaveður”, sum útróðrarmenn plaga at siga, í hvirlunum um 20 metrar um sekundið. Veðrið sæst eisini aftur í avreiðingunum, í morgun er bara Norðsøki á søluni, teir selja um 7.700 pund, ein triðingur toskur, har á leið, sigur Heri Vang, skipari.



