Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ gjørt sáttmálar við ungar lokalar leikarar

Jákup Ósá

Fimm sáttmálar til ungar leikarar.

 

KÍ skrivar:

Framtíðin er blá

Fimm ungir evnaríkir spælarar ætla framhaldandi at menna seg á meistaraliðnum.

Símun Kalsø, Silas Ó. Gaard, Tóki á Lógv, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Olaf K. Hansen eru allir klárir at tørna út í kongabláum, tá nýggi venjarin Magne Hoseth fer undir fyrireikingarnar í januar.

KÍ hevur hollar stuðlar víða hvar. Hesuferð eru tað KÍ-STUÐLAR TÓRSHAVN, sum leggja rygg til nýggju sáttmálarnar. KÍ takkar fjepparunum í høvuðstaðnum hjartaliga fyri stuðulin og vit ynskja ungu monnunum til lukku og góða eydnu komandi kappingarár.