Í sambandi við, at kirkjan í Kunoy verður 155 ár, verður familjugudstænasta 1. sunnudag í advent.
Hanus á Gørðum prestur kemur at hava eina barnavinaliga prædiku. Barnakórið í Kunoyar kirkju kemur at syngja, og ein nýggjur altardúkur verður tikin í brúk. Talvan gongur fyri føroysku sjómanskirkjuna
Eftir gudstænastuna verða øll boðin niðan í bygdarhúsið til ein góðan døgurðabita.



