Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirlýsing: Vallyftir um økta játtan til gransking

Johnny í Grótinum

Í dag klokkan 15 er politiskur kjakfundur í Kongshøll, har eitt av evnunum er útbúgving og gransking. Útbúgving og gransking eru sambært kanningum ein tann mest týðandi keldan til øktan vælstand. Her mangla tó ítøkilig vallyftir frá valevnunum – kanska koma tey í dag.

Dagsins politiski kjakfundur fekk meg at hugsað um, at Búskaparráðið í 2005 skrivaði temafrágreiðing um búskaparvøkstur. Har bleiv staðfest, at íløgur í útbúgving og gransking er ein av mest týðandi keldunum til varandi búskaparvøkstur. Sjálvur var eg tá formaður í Búskaparráðnum, meðan Jóannes Jacobsen, sáli, skrivaði frágreiðingina grundað á nýggjastu búskaparfrøðiligu granskingina.

Frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá Landsbankanum her.

Eiga at brúka 100 milliónir krónur meira 

Ein støðumynd vísti tá, at Føroyar einans brúkti 0,8% (Landskassin 0,6% og privata vinnan 0,2%) av BTÚ til gransking, sum er væl minni enn í grannalondunum. Til samanberingar brúktu hini Norðurlondini millum 2-4% av BTÚ upp á gransking. Sambært feskum hagtølum hjá Norðurlandaráðnum brúka hini Norðurlondini millum 2,5% (Ísland) og 3,5% (Svøríki) av BTÚ upp á gransking. Almenni parturin av hesum granskingarúreiðslum í Norðurlondunum er áleið 1% av BTÚ. Tíverri finst ongin fesk uppgerð av granskingarútreiðslunum í Føroyum, men sannlíkt eru almennu útreiðslurnar til gransking ikki hægri enn tær 0,6% av BTÚ sum í 2005, sum í dag svarar til 140 mió.kr. Um almennu Føroyar eisini brúktu 1% av BTÙ til gransking skuldi játtanin verið økt til 230 mió.kr.

Sostatt er her ein kelda til varandi vøkstur í vælstandinum í Føroyum. 

Granskarar fíggjast við SU-líknandi skipan

Í temafrágreiðingini hjá Búskaparráðnum frá 2005 var eitt ítøkiligt tilmæli til broyting í granskingarpolitikkinum, sum framvegis ikki er fylgt: 

“Fólk við hægri útbúgving og serliga fólk við granskingarførleika eru av avgerandi týdningi fyri innovatión og menning. Tí er neyðugt, at tað almenna sum partur av útbúgvingarpolitikkinum økir um útboðið av granskingarførleikum. Í hesum sambandi eigur at vera skilt ímillum granskaraútbúgvingar, t.e. phd. útbúgvingar, og granskingarvirksemi. Granskaraútbúgvingar eiga at
koma undir eina SU-líknandi skipan. So kundi Granskingarráðið verðið loyst frá uppgávuni at geva stuðul til granskaraútbúgvingar, t.e. phd. verkætlanir, og kundi brúkt sína játtan til granskingarverkætlanir heldur enn at fíggja útbúgving av granskarum.”

Luftig vallyftir um gransking

Granskingarráðið hevur í farnu viku sett politisku flokkunum nakrar spurningar um teirra ætlanir fyri granskingina í Føroyum. Her siteraði ráðið Magna Mohr, prorektara á Setrinum, fyri at eftirlýsa visjónir: 

”Einstakar verkætlanir verða vanliga væl viðgjørdar í miðlunum, og hetta er gott, men ov drúgt er millum snapsarnar, tá talan er um, at politisku Føroyar vísa, at tær síggja møguleikarnar at gagnnýta ta ómetaliga fjølbroyttu serfrøðina, sum er á einum universiteti.”

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Sambandsflokkurin, Framsókn og Sjálvstýri hava svarað spurningunum, meðan Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ikki hava svarað enn. Svarini eru tøk á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Nú blivu flokkarnir ikki spurdir ítøkiliga um játtanina til gransking, men í svarunum sæst heldur onki boð uppá, hvussu nógv játtanin til gransking kann/skal økjast við. Her eru mest flosklar um, at gransking skal raðfestast hægri.

Tað nærmasta einum ítøkiligum boði er Sambandsflokkurin, sum vísir á, at “samgongan hevur raðfest fleiri pengar til gransking; Fróðskaparsetrið er farið frá 106 mió. í 2019 upp í 146 mió. í 2023, og hesi gongd ynskja vit at halda á við”. Eisini lovar Javnaðarflokkurin at stuðulin til Granskingarráðið og Setrið skal hækka, meðan teir eisini ítøkiliga lova at fara undir at gera eitt nýtt universitetskampus. Kostnaðurin fyri kampus er nýliga mettur til 1,2 milliardir krónur, men fíggingina hevur Javnaðarflokkurin ikki nakað boð upp á í svarinum til Granskingarráðið.

Fleiri spurningar um gransking

Nakrir viðkomandi spurningar at seta til politisku framsøgufólkini á kjakfundinum í dag eru tí:

– Hava tit ætlanir um at hækkað játtanina til alment fíggjaða gransking?

– Hvussu ætla tit at raðfesta millum ymisku granskingarøkini?

– Ætlað tit at seta í verk stuðulsskipan til granskaraútbúgvingar, soleiðis at Granskingarráðið í staðin hugsavnar seg um at fíggja granskingarverkætlanir? 

– Hvussu verður við ætlanini um at byggja eitt nýtt universitetskampus fyri 1,2 milliardir krónur? 

– Hvar skal fíggingin koma frá? 

Til ber at fylgja við kjakfundinum her