Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Politiskt kvøld á Café Fríðu

Jóhann Lützen

Uppstillaðar kvinnur kjakast og práta um tað, sum liggur teimum á hjarta. Menn eru vælkomnir!

Í samband við løgtingsvalið spenna tey á Café Fríðu og Norðlýsinum seg út mikudagin 7. desember, við størstu og fólksligastu café nakrantíð! Kvinnurnar eru á breddanum og tær uppstillaðu kjakast og práta um tað, sum liggur teimum á hjarta. Annika Kunoy Im leiðir kjakið.

Tónleikur verður partur av tiltakinum. Rani Nolsøe , Herborg Torkilsdóttir, Asta Højgaard, Davur á Reynatrøð og Pall Brim framføra. Asta Højgaard og Dávur á Reynatrøð framføra sangin Ein tú lítur á. Hetta er fyrstu ferð sangurin verður spældur live.

Tað verður valkafé allan dagin og allir flokkar verða á staðnum. Orðið er frítt og mikrofonin er frá á Biskupstorginum allan dagin.

Vit hava valt mynda og filmstól frá og podvarp og ljóðstroyming til, tí vit vilja gera tað lættari hjá vanliga borgarnum at tosa og luttaka.

 

Skrá – (tíðirnar eru vegleiðandi)

  • Kl. 10.00 – Valkaféirnar lata upp
  • Kl. 18.00 – Rani Nolsøe framførir
  • Kl. 18.30 – Herborg Torkilsdóttir framførir
  • Kl. 18.45 – Kvinnupolitiskt kjak – Annika Kunoy Im leiðir prátið og hugleiðir um týdningin av at kvinnur eisini eru umboðaðár á løgtingi.
  • Kl. 20.00 – Asta Højgaard og Dávur á Reynatrøð framføra
  • Kl. 21.00 – Páll Brim framførir
  • Kl. 23.00 – Valkaféirnar lata aftur.

 

Til ber at hoyra kjakið á Stream.fo ella á FM98,7

Ókeypis kaffi, okkurt søtt og ókeypis Jolly X, sum Føroya Bjór stuðlar verður at fáa.