Nógvur kavi er lagstur, so stórt arbeiðið er hjá vegadeildini at fáa vegirnar grivnar. Maskinurnar hava grivið út í eitt síðan í gjár, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt.
Kavaruddingin er skipað eftir einum leisti, har tilbúgving og høvuðsvegir hava hægstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðani koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar.
Nógvir bilar, sum eru farnir út at koyra fyrrapartin, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn betri er grivið uttan so at hetta er neyðugt.



