Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sólarris

Óli Olsen

Í seinna heimsbardaga sigldi sandavágsskonnartin Sólarris við ísfiski úr Íslandi niður á bretska marknaðin.

Tá ið skonnartin 18. august 1941 var stødd úti fyri Seyðisfjarðarleiðini, kom ein øgiligur hvøkkur í skipið, sum alt fyri eitt tók at søkka. Hildið varð, at hetta annaðhvørt var mina ella kavbátur.

Fimm mans hvurvu, og seinastu tríggir bjargaðu sær á ein bjargingarflaka. Tystir, svangir og illa ílatnir rókust teir á havinum í samfullar tríggjar dagar. Ein kópur, sum teimum eydnaðust at sláa, átti lívið í teimum.

Til ber at lesa um sorgarleikin, sum tá fór fram, í nýggju bókini “Av bekki á skipabunka.”