Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Áhugaverd kunning um styttri missións-luttøkur

Jóhann Lützen

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Ásbjørg Hjelm, Anja Nielsen, Sámal Rasmussen og Hans Elttør at greiða frá teirra luttøkum í missión hetta seinasta árið.

Um tú hevur áhuga í at hoyra um ymsar møguleikar fyri luttøku í missiónarbeiði, so er hetta eitt gott høvi til júst tað.

 

Ásbjørg Hjelm fer at greiða frá hjálpararbeiði sínum í Fraklandi, har hon var nakrar vikur í heyst hjá Cecile og Jóhannes Mortensen, sum tæna HARRANUM innan trúboðanarfelagsskapin OM.

 

Anja Nielsen var í oktober mánað í ár í Vietnam við trúboðanarfelagsskapinum Open Doors, og fer hon at greiða frá hesi ferðini.

 

Sámal Rasmussen og Hans Elttør hava báðir verið umborð á Logos Hope (fyrrv. Norrønu), sum í dag er eitt av skipunum hjá trúboðanarfelagsskapinum OM, og fara at greiða frá um arbeiðið har umborð.

 

Dópur verður eisini á møtinum mikukvøldið.

 

Aftan á møtið verður ein drekkamunnur og høvi til samveru.

 

Hjartaliga vælkomin