Vit her í Klaksvík fingu eitt framúr gamlaárskvøld, bæði til veður og ikki minst setti fýrverkið sín dám á ársskiftið.
“Tað er vakurt í Klaksvík” – orðini hjá Bernhardi Brim í klaksvíkssanginum nema okkum um hjartarøturnar eitt kvøld sum í kvøld. Til lesarar og lýsarar okkara, takk fyri tað gamla og góðan byr í nýggja árinum, ið vit júst eru farin inn í.

























