Harvið er Mjølnir brádliga væl við aftur í kappingini um at sleppa í hálvfinaluna
Steypakappingin, kvinnur, bólkur 2:
Dráttur – Mjølnir 0-3 (22-25, 25-27, 22-25)
Mikukvølduið fóru Mjølnir-kvinnurnar vónbrotnar av vølli, tá tær høvdu tapt 3-2 fyri Ternuni, eftir at hava verið á odda 2-0 og havt dystarbólt í triðja setti. Í dag vóru bert smíl at síggja – ikki minst eftir annað sett, har Mjølnir hevði verið aftanfyri 20-13, men kortini megnaði at koma afturíaftur og vinna settið 27-25!
Í triðja setti var Mjølnir greitt á odda 23-18, men Dráttur mundi fingið um endan aftur, og stríddi seg upp á 22-23. Men so táttaði Mjølnir í aftur, og síðsta bóltin fekk Dráttur ikki yvir um blokkin við Annu Arnholdsdóttir á odda, og so vann Mjølnir 25-22 og dystin 3-0.
Harvið er Mjølnir brádliga væl við aftur í kappingini um at sleppa í hálvfinaluna. Dysturin ímillum Drátt og Ternuna næsta leygardag kann væl vísa seg at fara at gerast avgerandi fyri, hvørt tað verður Ternan ella Dráttur, sum vinnur seg í hálvfinaluna. Hóast SÍ ongan dyst hevur spælt enn, so fer tað at koma óvart á, um SÍ ikki verður annað av liðunum í bólki 2, sum vinnur sær sæti í hálvfinaluni.


