Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tríggir KÍ-leikarar venja við IFK Kalmar komandi vikuna

Jákup Ósá

Tríggir leikarar í besta hópinum hjá KÍ fara til Svøríki at royna seg komandi vikuna.

Tað eru Óluva A. Joensen (málverji), Birita Ryan (miðverji) og Sanna Svaravadal (miðvallari), sum fara at venja við IFK Kalmar alla komandi viku. IFK Kalmar er eitt lið í bestu svensku deildini. Har er fyrrverandi KÍ-venjarin Jens Wedeborg nú høvuðsvenjari. Tað er helst tí, at hendan venjingin hjá teimum trimunm landsliðsleikarunum hjá KÍ er komin í lag.